Tíðindi: Hoyringssvar Ι 29. mars 2021
Løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (veiðigjaldslógin) til ummælis

Løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (veiðigjaldslógin) 
 

Tilmæli um skipan fyri veiðigjøld frá 2021 og frameftir

 

Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) takkar fyri møguleikan at viðmerkja uppskot til ll. um veiðigjøld. Samstundis skal felagið eisini gera vart við, at hoyringstíðin hevur verið sera stutt, og at tað tí bert hava verið avmarkaðir møguleikar at viðgera uppskotið.

 

Lógaruppskotið er grundað á tað tilmælið sum ein arbeiðsbólkur við umboðum frá umsitingini og reiðarasíðuni hevur gjørt. FAG hevur ikki luttikið í hesum arbeiði, og kennir tí ikki annað til bakgrundina fyri áseting av prosentgjøldunum enn tað, sum er lýst í skrivliga tilmælinum og viðmerkingunum til lógaruppskotið.

 

Yvirskipað hevur FAG hesar viðmerkingar:

-   FAG tekur undir við at gera eina einfalda skipan fyri veiðigjøld, sum ikki krevur ov nógva umsiting. Samstundis hevur tað týdning, at skipanin avspeglar gongdina í fiskarínum, so meira verður goldið, tá gongdin er góð, og minni ella einki verður goldið, tá gongdin er vánalig.


-   FAG heldur tað vera umráðandi at ein varandi skipan verður gjørd, sum ikki verður broytt í tíð og úrtíð, og sum er før fyri at hantera skiftandi gongdina í fiskivinnuni.

 

-   Í hesum sambandi undrar tað, at tað altíð skal gjaldast eitt lutfalsliga høgt veiðigjald, eisini tá prísurin er so mikið lágur, at eingin vinningur er av fiskiskapinum.

 

-   Eisini undrar tað, at tøka kvotan til føroysk fiskiskip skal minka við heili 50% ella meira í mun til miðal tøku kvotuna seinastu 5 árini, áðrenn broytingar verða gjørdar í prosentgjaldinum.

 

-   FAG heldur, at inntøkurnar frá veiðigjøldunum eiga at fara í búskapargrunnin, so tað ikki verður stuttskygdi tørvurin á komandi fíggjarlóg sum avger hvussu gjøldini vera ásett. Hóast talan er um eina generella skipan, er altíð ein vandi fyri, at broytingar verða gjørdar við stuttum skotbrái, um fiskaprísirnir lækka, og inntøkurnar frá veiðigjaldinum vísa seg at gerast ov lítlar til at fíggja politisku ætlanirnar á einari komandi fíggjarlóg. FAG heldur at tað eigur at vera gongdin í fiskiskapinum, sum avger hvussu nógv skal gjaldast, og ikki útreiðslusíðan á fíggjarlógini.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi