Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 29. mars 2021
Nevndin í KT-felagnum heldur fram
Fyri viku síðani hevði KT-felagið aðalfund í Vinnuhúsinum. Fyri valið stóðu Ulla Joensen og Fróði Magnussen. Bæði tóku við afturvali. Eisini stóð Guðny Langgaard fyri vali sum tiltakslimur. Eisini hon tók við afturvali.

 

Í nevndini í KT-felagnum eru sostatt: Ulla Joensen frá Elektron, Fróði Magnussen frá Formula, Snæbjørn Jacobsen frá Stýr, Ólavur Ellfsen frá Tøkni, Jan Ziskasen frá Føroya Tele og Guðny Langaard frá Nema.

 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árið frammanundan við Ullu Joensen sum forkvinnu.

KT-felagið er eitt aktivt vinnugreinafelag. Eitt nú skipar KT-felagið fyri landsumfevnandi tiltakinum #Rita1tíma. Eisini er tað KT-felagið, sum hevur KT-breytina á NámX.

 

Endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at KT-vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi