Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 12. apríl 2021
Vaksandi nethandil og viðbrekin vøruflutningur
Nethandilin er nógv øktur, men henda seinasta tíðin hevur eisini víst okkum, hvussu stórur og viðbrekin altjóða vøruflutningurin kann vera.

Altjóða nethandilin er nógv vaksin hesi seinastu árini og hevur rættiliga tikið dik á seg undir korona­kreppuni.

 

Bert í USA er nethandilin vaksin úr 598 mia. dollarum í 2019 upp í 791 mia. dollarar í 2020. Hetta svarar til ein vøkstur á 32%[1].

 

Vaksandi nethandilin merkir eisini øktan flutning av vørum tvørtur um landamørk og yvir heimshøvini, men koranakreppan og óhappið við bingjuskipinum Ever Given, sum rendi seg fast í Sues-veitini, hava víst okkum, hvussu viðbrekin altjóða handilin og flutningurin av vørum tvørtur um heimspartarnar kann vera.

 

Avleiðingarnar av koronakreppuni síggjast millum annað aftur við munandi øktum flutnings­út­reiðslum, har flutningsútreiðslurnar millum Asiu og Evropa eru upp til fimm ferðir hægri nú, enn tær vóru áðrenn korona.

 

Óhappið í farna mánað, tá bingjuskipið Ever Given legði seg tvørt fyri í Sues-veitini í eina lítla viku, hevði risastórar útreiðslur við sær fyri heimshandilin. Mett hevur verið, at hetta óhappið kostaði 60 mia. kr. um dagin í vøruflutningi, svarandi til 2,5 mia. kr. um tíman[2].

 

Føroyar eru ein lítil og sera opin búskapar við stórum handilssamskifti úteftir, og tí hevur vøruflut­ning­ur og kostnaðurin av at flyta vørur á heimshøvunum stóran týdning fyri føroyska samfelagsbúskapin.

 

Øktar flutningsútreiðslur merkja, at føroyskar vørur verða dýrari at keypa uttanlands, samstundis sum prísstøði á vøruúrvalinum á føroyska marknaðinum verður trýst uppeftir.

 

Vit merktu eisini beinanvegin óhappið í Sues-veitini her hjá okkum, tí onkrir føroyskir handlar mangla vørur á hillunum, sum teir eiga í bingjum umborð á Ever Given. 

 

Tá ið tað snýr seg um nethandil, so hevur føroysk handilsvinna stórar og vaksandi avbjóðingar við kapping­ar­­fyri­mununum, sum føroyskir myndugleikar geva risastóru útlendsku nethandlunum í kappingini við føroyskar nethandlar á føroyska marknaðinum. Her er tað politiska skipanin í Føroyum, sum setir beinleiðis forðingar í vegin fyri menningini av føroyskum nethandli.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi