Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 14. apríl 2021
Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt semju við Finansforbundet
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag undirskrivað semju við Finansforbundet.

 

Sáttmálin er longdur í tvey ár, og lønarhækkingin er 2,05% 1. árið galdandi frá 1. august og 1,25% 2. árið. Harumframt vóru aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum.

 

Talan er um sama útreiðslukarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrundini, sum byrjaði 1. mai 2020.

 

Partarnir hava í sáttmálaskeiðnum gjørt semju um dagføringar í høvuðsavtaluni millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet.

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi