Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. apríl 2021
Aðalfundartíð í Vinnuhúsinum
Fleiri aðalfundir hjá feløgum í Vinnuhúsinum hesa vikuna.

Fleiri feløg hava longu havt aðalfund í ár. Hesa vikuna vera teir fleiri.

 

Ráðgevarafelagið hevur aðalfund týsdagin 20. apríl, Havbúnaðarfelagið mikudagin 21. apríl, Handilsvinnufelagið hósdagin 22. apríl og síðan hevur Føroya Handverksmeistarafelag aðalfund fríggjadagin 23. apríl.  Føroya Handverksmeistarafelag er samansett av lokalfeløgunum í Havn, Eysturoynni, Klaksvík Vágum og Suðuroy.

 

Allir limir í feløgunum hava fingið innkalling til aðalfundirnar.

 

Eisini kann nevnast at Oljuvinnufelagið hevur aðalfund hósdagin 29. apríl.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi