Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 20. apríl 2021
Semja um sáttmálan við S&K
Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K undirskrivaðu í gjárkvøldið sáttmála fyri komandi tvey árini.

 

Semjan er á sama støði sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í juni í fjør, og sum var tann fyrsta í samráðingarumfarinum 2020-2022.
 

Lønarhækkingin varð løgd bæði á løn og eftirløn:

  • 1. august 2021 hækkar lønin 1,04 %
  • 1. august 2021 hækkar eftirlønin 1,26 %
  • 1. mai 2022 hækkar lønin 1,25%

Umframt lønarhækkingina vóru aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi