Tíðindi: Fiskivinna Ι 10. mai 2021
Nýggj nevnd í Ráfiskakeyparafelagnum
Aðalfundur var í Føroya Ráfiskakeyparafelag hósdagin 6. mai. Á aðalfundinum varð nevndin víðkað úr trimum upp í fimm nevndarlimir.

Nývald í nevndina eru Jógvan Gregersen og Magnus Jespersen, meðan Jógvan Hansen og Marnar Pattinson vórðu afturvaldir. Jens Pauli Petersen stóð ikki fyri vali, men heldur eisini fram í nevndini. Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

 

Dánial Hansen varð valdur sum eykalimur.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi