Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι 17. mai 2021
Granskarar: Kina sannlíkt øktan tørv á innfluttum fiskavørum komandi árini
Svensk frágreiðing metir, at kinesiski eftirspurningurin eftir fiskavørum fer at økjast í stórum komandi árini. Samstundis er tað lítið sannlíkt, at økti eftirspurningurin kann nøktast við kinesiskari framleiðslu eina. Innflutningurin kann meira enn trýfaldast fram móti 2030.

Frágreiðing, útgivin frá Lærda Háskúlanum í Stokholm, metir um gongdina í eftirspurningi og útboði av fiskavørum í Kina fram móti 2030. Mett verður, at eftirspurningurin fer at økjast í stórum, og at tað fera at mangla millum 6 og 18 milliónir tons av fiskavørum (livandi vekt) fyri at nøkta økta eftirspurningin í 2030. Til samanberingar kann nevnast, at innflutningurin av fiskavørum til Kina í 2019 var uml. 4,3 milliónir tons.

 

Í frágreiðingini verður víst á ymiskar hættir hjá Kina at nøkta økta eftirspurningin, herundir økt aling, øktur fjarfiskiskapur og øktur innflutningur. Tað verður tó mett lítið sannlíkt, at Kina fer at megna at nøkta allan økta eftirspurningin sjálvt.

 

Víst verður m.a. á, at tað, í trettandu fimm-ára ætlanini, er lagt upp til at minka nakað um heimafiskiskapin og aliframleiðsluna inni við land, og bert at hava ein lítlan vøkstur í fjarfiskiskapunum. Um Kina skal nøkta økta eftirspurningin sjálvt, skal økti eftispurningurin eftir fiskavørum nøktast við øktari framleiðslu frá aling á landi ella aling á opnum havi eina, og tað er lítið sannlíkt. Tí verður mest sannlíkt neyðugt við øktum innflutningi, um eftirspurningurin skal nøktast.

 

Frágreiðingin frá lærda háskúlanum í Stokholm kan lesast her.

 

 

Keldur:   stockholmresilience.org og seafoodsource.com.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi