Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 04. juni 2021
Aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er útsettur
Løgmaður hevur hert almennu tilmælini, og hann heitti samstundis á øll um at vísa serligt varsemi í 7 dagar. Nýggju tilmælini eru, at øll tiltøk, har nógv fólk koma saman, bæði alment og privat, annahvørt verða útsett ella avlýst. Tí verður aðalfundur felagsins avlýstur.

 

Við hesum verður boðað frá, at aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skuldi verða mánadagin 7. juni kl. 13.00, verður avlýstur.

 

Vísandi hertil verður aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag formliga settur mánadagin kl. 13.00 sambært innkallingini, og fundurin verður síðani avlýstur. Neyðugt er ikki at møta í Vinnuhúsinum mánadagin.

 

Nýggj innkalling verður send limum felagsins sambært grein 8 í viðtøkunum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi