Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 07. juni 2021
Klárt til næsta skeið
Tvey væl eydnað skeið í “Vegurin sum arbeiðspláss” vóru í farnu viku. Næsta skeið verður hildið, tá nóg stórur tørvur er.

Tað er var upp reppið, at seinra skeiðið ikki bleiv avviklað, nú Corona enn einaferð hevur tvingað samfelagið at taka serlig atlit. Hetta hevði verið óheppið, tí tað er langt síðani, at skeiðið seinast var boðið út. Í alt 34 skeiðsluttakarar hava á hesum sinni fingið pappír uppá at teir kunnu standa fyri arbeiði á vegnum.

 

Ætlanin er nú, at næsta “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðið skal koma á skrá sum skjótast. Hetta verður skipað á tann hátt, at tey sum eru áhugaði í at taka skeiðið venda sær til Vinnuhúsið, sum síðani setir skeiðið á skrá, tá minsta mark fyri luttøku er rokkið.

 

Tað er Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan, sum skipar fyri skeiðinum ”Vegurin sum arbeiðspláss”.

 

Við at senda teldupost til industry@industry.fo, kanst tú skriva teg upp til næsta skeið.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi