Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 23. august 2021
Limir kunnu nú melda til Vinnudagin
1. oktober verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2021

Eftir eitt ár við Koronu og ongum Vinnudegi fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, aftur at vera vertur fyri Vinnudegnum.

 

Nú fáa føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað aftur møguleika at kunna seg um viðkomandi evni á Vinnudegnum og at hittast til gaman og álvara. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.

 

At hoyra á Vinnudegnum 2021 verða:

  • Kjell Bjordal, fyrrverandi samtaksstjóri í NorAqua/EWOS-Gruppen og Glamox-gruppen, og sum nú er nevndarformaður í m.a. Norges Forskningsråd fyri málsøkið HAV og Norsk Landbrukskjemi
     
  • Inga Hlín Pálsdóttir, ráðgevi og fyrrverandi stjóri á Visit Iceland, Promote Iceland
     
  • Martin Tvede Zachariasen, rektari á IT-universitetinum í Keypmannahavn
     
  • Kjak um starvsfólkatrotið í Føroyum

Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess, at melda seg til Vinnudagin.

Limir, sum melda til áðrenn 7. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.


Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð hildin í Müllers Pakkhúsi og Skeiva Pakkhúsi.

 

Týsdagin 7. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2021.


Tilmeldingarfreistin er týsdagin 28. september 2021.

 
Tilmelding fyri limir:

 

 

Melda teg til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2021

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi