Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 28. september 2021
Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag
Enn eru nøkur pláss í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná

Stórur áhugi er aftur í ár fyri at luttaka á hátíðardegnum hjá føroyskari vinnu, sum verður fríggjadagin, og føroysk vinnulívsfólk og onnur við tilknýti til føroyska vinnu savnast til gaman og álvara í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 1. oktober.

 

Skráin fyri Vinnudagin 2021 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, samrøðu og kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Vinnuátakinum.

Skunda tær at melda til Vinnudagin her.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi