Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 04. oktober 2021
Kunningartilfar til arbeiðsgevarar og útlendsk starvsfólk
Føroya Arbeiðsgevarafealg hevur latið gjørt kunningartilfar til arbeiðsgevarar og teirra útlendsku starvsfólk. Limir í arbeiðsgevarafeløgunum í Vinnhúsinum hava atgongd til tilfarið umvegis heimasíðuna www.industry.fo

Tað er týdningarmikið fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, at arbeiðsgevarar, sum hava útlendsk starvsfólk í starvi kunna starvsfólkini um føroyska arbeiðsmarknaðin, setanarviðurskiftini, teirra rættindi og skyldur.

 

Í hesum sambandi hava vit latið gjørt enn meira kunnandi tilfar til limirnar at brúka. M.a. er ein bóklingur við stuttari kunning um skattaviðurskifti, sosial gjøld og onnur gjøld av lønarinntøku, arbeiðsloyvi, frítíð, fakta um Føroyar og kontaktupplýsingar til fakfeløg og almennar stovnar, sum tørvur kann verða á.

 

Av øðrum kunningartilfari kann nevnast ein neyv lýsing av okkara arbeiðsmarknaðarskipan.

 

Somuleiðis hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag fleiri av sáttmálunum tøkar á enskum málið um tørvur er á tí.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi