Tíðindi: Havbúnaður Ι 25. oktober 2021
Aliráðstevnan verður 4. Mars 2022
Árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 4. Mars 2022

Á Aliráðstevnuni er møguleiki hjá fólki úr alivinnuni, myndugleikum, veitarum og annars fólki við áhuga fyri alivinnuni at hittast og fáa nýggja vitan og sambond. Luttakaratalið á Aliráðstevnuni hevur seinnu árini ligið omanfyri 400 fólk.

 

Eingin Aliráðstevna varð hildin í 2021 orsakað av COVID-19, men ætlanin er at halda hana aftur í 2022, við teimum tiltøkum, sum eru neyðug fyri at fyribyrgja smittuspjaðing.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi