Tíðindi: Handilsvinna Ι 08. november 2021
HVUSSU RØKKA VIT FRAMTÍÐARBRÚKARAN: Útsett til 18. november
Fyri at sleppa við til hesa framløguna hjá Rógva Olavson, samfelagsfrøðingi, skulu luttakararnir hava koronupass ella negativa koronutest

Framløgan útsett vegna korona

Rógvi Olavson skuldi havt hildið hesa framløguna fyri limirnar í Handilsvinnufelagnum, hóskvøldið 4. november kl. 19, í Kaffihúsinum á Bryggjubakka, men vegna íkomnu koronustøðuna er framløgan útsett til hóskvøldið 18. november, somu tíð og sama stað.

 

Krav um koronupass ella negativa test

Tað verður tó eitt krav frá Handilsvinnufelagnum, at tey, sum koma við til tiltakið 18. november, skulu hava koronupass ella kunna vísa fram negativa koronutest, ikki eldri enn 48 tímar.

 

Hvat snýr framløgan seg um?

Tað eru gjørdar nógvar áhugaverdar greiningar, sokallaðar trendanalysur, úti í heimi, um, hvussu keypsmynstrið hjá framtíðarbrúkaranum fer at síggja út.

 

Hvussu er rákið og hvønn veg flytur brúkarin seg? Fer brúkarin at keypa tað sama sum nú? Ella hvat fer hann at keypa? Og hvussu fer hann at keypa tað, hann skal brúka?

 

Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur, hevur hugt nærri eftir fleiri av hesum greiningum.

 

Rógvi fer at greiða nærri frá og hugleiða um niðurstøðurnar av greiningunum í Handilsvinnufelagnum, hóskvøldið 18. november kl. 19, í Kaffihúsinum.

 

Tiltakið er ókeypis fyri limir í Handilsvinnufelagnum, men neyðugt er at hava koronupass ella negativa koronutest fyri at sleppa við til framløguna.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi