Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 15. november 2021
Nærri kunning um skránna til ráðstevnuna um burðardygga bygging
Ráðstevna um burðardygga bygging verður 24. november og til ber nú at kunna seg um fyrilestrarhaldararnar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Á ráðstevnuni verða tað bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar, sum fara at leggja fram um ymiskar hættir innan burðardygga bygging. 

 

Leonora C. M. Eberhardt (DK)

Leonora er sivilverkfrøðingur í arkitekttøkni, við PhD í ringbúskapi innan bygging. Leonora arbeiðir á BUILD – rannsóknarstovninum fyri bygging, bý og umhvørvi, har hon granskar burðardyggar byggihættir. Áðrenn hetta, var hon burðardyggur ráðgevi hjá MT Højgaard, har arbeitt varð við endurnýtsluætlanum við sjónarmiði um ringrás lívsíns.

 

Lars Keller (DK)

Lars er stovnandi partnari og stjóri í EcoCocon Danmark. EcoCovon Danmark er eitt byggivirki, ið fæst við ráðgeving, umframt framleiðslu av bróstklæðing úr hálmi. Lars hevur royndir við lívfrøðiligum byggitilfari og hevur fæst við tað síðan 1998. Í 2020 fekk Lars heiðurslønina “DBE-Produkt”, sum verður handað nýskapandi vørum, ið fremja burðardygd innan byggi- og anlegsvinnuna.

 

SMJ (FO)

SMJ ráðgevandi verkfrøðingar er ein tann størsta í Føroyum innan sítt yrki og hevur ein leiklut í flestu stóru byggiverkætlanum, innan bæði bygging og orkuloysnum. SMJ er nýliga vorðin partur av netverkinum Burðardygt Vinnulív og hevur í tí sambandi sett mál fyri at skera teirra CO2-útlát fram til 2030.
Súsanna Poulsen, ið fast við biotøkni og evnifrøði hjá SMJ, fer at leggja fram.

 

Heidi Poulsen (FO)

Heidi er arkitektur og stovnandi partnari av MAP Arkitektar, har hon er stjóri og leiðandi arkitektur.
MAP Arkitektar arbeiða við virðing fyri náttúruni og menniskjum. Mál teirra er at skapa arkitektur fyri lívinum í norðuratlantshavinum, við fyriliti fyri tí avmarkaða tilfeinginum og tí harðliga umhvørvinum.
MAP Arkitektar er ein framkomin føroysk teknistova, ið eitt nú hevur Løgtingið sum teirra høvuðsverk.

 

Eyðun Eliasen (FO)

Eyðun er arkitektur og stovnari av EYA Arkitektar, har hann er stjóri.
EYA Arkitektar veitir ráðgeving, konseptmenning, projektering og grafikk sniðgeving. Teknistovan hevur millum annað staði fyri Hotel Havgrím, brúnna við Fossá, vindskýli, portalarnar í Eysturoyartunlinum og Bústaðarbókini. Harumframt fleiri búmerkir fyri føroyskar stovnar og fyritøkur.

 

Gitte Gyllinge (DK)

Gitte er sivilverkfrøðingur innan arkitektøkni, við PhD í burðardyggum arkitekturi, og bleiv í 2019 kjósað sum ársins ungi ráðgevið í Europa. Harafturat er Gitte DGNB-auditor, skeiðleiðari fyri burðardygga leiðslu hjá Green Building Council Danmark og er stovnandi partnari av Demolition 4 Design, har hon nú er nevndarlimur.
Gitte arbeiðir sum ráðgevi og bólkaleiðari fyri burðardygga bygging hjá Rambøll, har hon millum annað fæst við burðardygga leiðslu, byggiharraráðgeving og váttanarskriv til burðardyggar bygningar. Eisini er Gitte yrkisdómari í altjóða arkitekt kappingum.

 

Olav De Linde (DK)

Olav er stovnari og nevndarformaður í fastognarfelagnum Olav De Linde A/S, ið er eitt tað størsta fastognarfelagið í Danmark og umsitur yvir 500.000 fermetrar av fastogn, við virði á yvir átta milliardir krónur.
Fastognarfelagið leggur stóran dent á at geva nýtt lív til gamlar bygningar, við virðing fyri fortíð, tilfari og arkitekturi. Harumframt verður arbeitt við burðardygd í øllum teirra byggiverkætlanum, tá møguleiki er fyri tí, og tá umvælingar verða gjørdar, verður endurnýtslutilfar brúkt, sum felagið hevur á goymslu. Harafturat skoðar felagið íløgur við sjónarmiðnum um lívsins ringrás, sum sambært Olav er lønandi fyri búskapin.
Olav byrjaði fastognarfelagið í 1974, har hann keypti og umvælti fastognir, meðan han var lesandi á handilsháskúlanum í Aarhus. Tey fyrstu mongu árini hevði Olav nógvar leiklutir í felagnum, har hann var arbeiðsmaður meðan hann um somu tíð stóð fyri innkeypi, útleigan og var fyri ein stóran part í fyrisitingini. Olav hevur enn í dag ein støran tørv á at skapa og hann er sera hugtikin av menningini av verkætlanum hjá fastognarfelagnum.

 

Les meira um ráðstevnuna.

 

Skráin fyri ráðstevnuna.

 

 

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Hotel Hilton fyri at kunna luttaka á ráðstevnuni.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi