Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 22. november 2021
Seinasta freist at melda til Ráðstevnuna um Burðardygga Bygging er í dag
Tilmeldingarfeistin til ráðstevnuna um Burðardygga Bygging er í dag 22. november.

Mikudagin 24. november verður ráðstevna um burðardygga bygging á Hotel Hilton.

Hetta er fyrsta ráðstevna av sínum slag í Føroyum og er viðkomandi fyri øll, ið virka innan byggivinnuna ella hava áhuga í burðardyggari menning á tí bygda umhvørvinum.

 

Skráin er fjølbroytt við áhugaverdum framløgum

Til ráðstevnuna vera fyrilestrahaldarar bæði úr Føroyum og uttanlands, ið fara at hava framløgur um viðkomandi evnir, sum m.a. leiklutin hjá byggivinnuni í mun til veðurlagsbroytingar og náttúrutilfeingi, lívfrøðiligt byggitilfar, burðardygg leiðsla av byggiverkætlanum og sosial burðardygd við arkitekturi.

 

Tað eru Ráðgevarafelagið, Føroyar Handverksmeistarafelag og Byggiharrasamtak Føroya, sum skipa fyri ráðstevnuni. Fyriskipararnir ynskja at bjóða øllum virkandi innan byggivinnuna í Føroyum at luttaka.

 

Nær: 24. november klokkan 12:00-16:30

Hvar: Hotel Hilton

 

Tilmeldingarfreistin er 22. november 2021.

Fleiri tilmeldingar eru longu komnar, men enn eru tøk pláss.

 

 

Gev gætur, at prógv um lidna koppseting, um andevni ímóti COVID 19 ella um negativa PCR-koronukanning, ikki eldri enn 48 tímar, skal vísast við komu í Hotel Hilton fyri at kunna luttaka á ráðstevnuni.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi