Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. apríl 2022
Starv sum ráðgevi í Vinnuhúsinum
Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum ráðgeva til Vinnuhúsið.

 

Vilt tú vera við til at bera føroyskt vinnulív framá? Klárar tú at hava fleiri bóltar í luftini í senn? So er eitt spennandi starv leyst at søkja í Vinnuhúsinum!

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir ráðgeva til Vinnuhúsið. Arbeiðið fevnir um at

     • ráðgeva vinnugreinafeløgum og limum teirra

     • samskipa uppgávur fyri nevndir í vinnugreinafeløgum

     • gera greiningar og frágreiðingar

     • viðgera lógir og kunngerðir

     • luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum

     • fyriskipa vinnulig tiltøk og átøk

 

Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við aktørar í føroysku vinnuni og við myndugleikar.

 

Vit vænta, at tú

     • hevur hóskandi hægri útbúgving sum búskaparfrøðingur, samfelagsfrøðingur ella líknandi

     • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir

     • hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting

     • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst

     • hevur góð samstarvsevni

     • dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

Tað er ein fyrimunur um tú hevur gott innlit í føroyskt vinnulív, fyrisiting og politisku skipanina umframt góðan kunnleika til samfelagsviðurskifti.

 

Vit kunnu lova tær eitt áhugavert starv, í einum mennandi arbeiðsumhvørvi og við góðum starvsfeløgum. Løn eftir avtalu.

 

Umsókn við skjølum, merkt ”Starv”, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. apríl kl. 12.00 á industry@industry.fo.

 

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Niels Winther, tlf. 739906.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi