Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 25. apríl 2022
Kunning fyri flóttafólki í Vinnuhúsinum
Í samstarvi við Reyða Kross í Føroyum skipaði Vinnuhúsið í farnu viku fyri kunningartiltaki um føroyska arbeiðsmarknaðin.

Á skránni var kunning frá Vinnuhúsinum, TAKS og ALS.

 

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, bjóðaði vælkomin og Birita Biskopstø, ráðgevi, greiddi frá føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hvussu hann er skipaður.

 

Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS og Høgni í Stórustovu, deildarleiðari greiddu frá ALS-skipanini, og hvussu ALS kann hjálpa í tilgongdini at fáa eitt starv.

 

At enda greiddi Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS frá føroysku skattaskipanini, og hvussu skattur og onnur samfelagsgjøld vera goldin í Føroyum.

 

Fakfelagsumboð vóru til staðar á kunningartiltakinum at kunna um teirra virksemi. Í steðginum og eftir tiltakið høvdu luttakararnir høvið at kunna seg nærri, at seta spurningar og ikki minst at útfylla skrásetingarskjølini hjá ALS.

 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi