Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 25. apríl 2022
Neyðugt við endurnýtslumiðstøð
Tað kemur meira enn so fyri, at avlopstilfar frá byggiverkætlanum fer burtur, tí tað er ongastaðni at goyma tað. Tí hevði ein endurnýtslumiðstøð komið væl við. Tað heldur Jógvan Hans Østerø, stjóri á Eysturlon.

Eysturlon er ein av mongu fyritøkunum, sum ynskir at gera sítt, fyri at betra um umhvørvið. “Vit kenna tað sum, at vit kundu gjørt meira, men tað kann tykjast møtimikið at hava við at gera. Serliga tykist tað oyðslut, at vit ikki kunnu koma av við avlopstilfar frá byggiverkætlanum. Vit skilja sundur og goyma tað sum vit kunnu til egna nýtslu, men hetta er sera plásskrevjandi og ofta er talan um smærri nøgdir av ymiskum tilfari. Hetta er nýtt og óbrúkt tilfar, sum kundi verið nýtt í smáum verkætlanum, eitt nú til viðlíkahald av sethúsum, um hetta varð samlað saman í eina størri endurnýtslumiðstøð", sigur Jógvan Hans.

 

Hjá Eysturlon starvast á leið 30 fólk, harav flestu eru handverkarar. Eysturlon ger bæði størri og smærri byggiarbeiðir. Jógvan Hans vísir á, at byggifyritøkur sum hansara koma nógv runt og ynskja sjálvsagt at lata umhvørvið aftur í eins góðum standi, sum tá arbeiðið byrjar. Á skrivstovuni eru vit nærum papírleys og á byggiplássunum skilja vit burturkastið.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi