Tíðindi: Havbúnaður Ι 16. mai 2022
Seinasta freist at melda til Aliráðstevnuna
Aliráðstevnan verður komandi fríggjadag 20. mai á Hotel Føroyum. Seinasta freist at melda til Aliráðstevnuna er mikudagin 18. mai. Fá pláss eru eftir.

Á árligu aliráðstevnuni verður hugt eftir gongdini í alivinnuni í farna ári, eins og hugt verður eftir útlitunum framyvir. Sum vanligt verða framløgur av meira almennum slag, eins og meira alifakligar framløgur. Eisini verða góðir møguleikar at netverka, bæði um dagin og til sosiala tiltakið um kvøldið.

 

Fá pláss eru eftir til Aliráðstevnuna, men tað ber til at melda til ráðstevnuna niðanfyri:

 

 

 

 

Skráin fyri Aliráðstevnuna sæst her.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi