Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 30. mai 2022
Kunningarfundur um semjuna við arbeiðarafeløgini
Hósdagin 2. juni kl. 14.00 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningarfundi í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá um broytingarnar í sáttmálunum við tey fimm arbeiðarafeløgini. Allir limir felagsins eru vælkomnir, og tað ber eisini til at fylgja við á netinum.

Á fundinum verður semjan gjøgnumgingin, og eisini verður høvi at seta spurningar. Kunningin er viðkomandi fyri starvsfólk, sum hava við starvsfólkaviðurskifti at gera, so sum starvsfólkaleiðarar, fíggjarleiðarar, lønarumsitarar v.m.

 

Eisini ber til at luttaka á kunningarfundinum á netinum. Tey, ið ynskja at luttaka á netinum, kunnu senda ein telduspot til industry@industry.fo, og fáa síðani eitt leinki sendandi.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi