Tíðindi: Hoyringssvar Ι 03. juni 2022
Uppskot til kunngerð um burturkast

Feløgini í Vinnuhúsinum hava fingið uppskot til nýggja kunngerð um burturkast til hoyringar. Sum útgangsstøði verður tikið undir við uppskotinum. Tó eru ymiskir ósvaraðir spurningar, sum greiða eigur at fáast á, áðrenn kunngerðin verður lýst.

 

Nøkur av hugtøkunum tykjast ógreið. Eitt nú verður eingin definitión uppá vandamikið burturkast ásett í allýsingunum. Eisini verður álagt í § 17, at “Virkir og stovnar skulu tryggja, at burturkast úr tilfari, sum kann gagnnýtast, er fyrireikað til endurnýtslu, endurvinning ella aðra gagnnýtslu. Her hevði verið ynskiligt at fingið greiðu á, hvat tað merkir, at tað skal vera ”fyrireikað” til endurnýtslu, endurvinning ella aðra gagnnýtslu.

 

Broytingarnar í kunngerðini um burturkast fevna tíverri ikki um lívrunnið burturkast. Hetta er burturkast, sum er sera dálkandi, tá ið tað verður brent. Eftirspurningur er í matstovu- og gistingarhúsvinnuni eftir møguleikum at handfara lívrunnið burturkast, sum ikki dálka umhvørvið. Vónandi eru ætlanir hesum viðvíkjandi fyri framman.

 

Les uppskotið her.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi