Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 07. juni 2022
Semja við Starvsfelagið um nýggjan kollektivan sáttmála
Hósdagin 2. juni skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undir nýggjan kollektivan sáttmála fyri sløkkiliðsfólkini hjá Vága Floghavn. Sáttmálaviðurskiftini fyri sløkkiliðsfólk vóru frammanundan skipað eftir avtalu millum Vága Floghavn og danska fakfelagið HK.

Hóast flogvøllurin varð yvirtikin sum føroyskt málsøki í 2007, so hava sáttmálaviðurskiftini ongantíð verið yvirtikin á føroyskar hendur. Arbeitt hevur verið við at yvirtaka sáttmálaøkið í longri tíð, men við hesi avtalu eru partarnir loksins komnir á mál.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at sáttmálaviðurskiftini fyri sløkkiliðsfólkini á flogvøllinum nú eru skipað í kollektivum sáttmála við eitt føroyskt fakfelag.

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi