Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 13. juni 2022
Seinasta freist at melda til skeið í útboðum og Lisitatiónslógini
Í dag kl. 15.00 er seinasta freist at melda til skeiðið í Lisitatiónslógini, sum verður nú mikumorgunin.
Føroya Handverksmeistarfelag skipar fyri skeiði í Lisitatiónslóg fyri limum sínum. Tað er Peter Andersen, sum er skeiðshaldari. Peter hevur drúgvar royndir sum Chef-jurist hjá Håndværksrådet, nú SMV-Danmark.
Á skeiðinum verður lisitatiónslógin gjøgnumgingin. Eisini verður serligur dentur lagdur á viðurskiftini millum høvuðsarbeiðstakara og undirarbeiðstakara.
Skeiðið verður hildið á Hotel Hafnia mikudagin 15. juni. Byrjað verður kl. 8.30 við morgunmati. Skeiðið endar kl. 12.00 við døgurða.
Skeiðið er bert fyri limir í Føroya Handverksmeistarafelagi og prísurin er 1.150 kr. pr. persón.
Melda til við at skriva til industry@industry.fo ella við at ringja á 309900.