Tíðindi: Shipping Ι 20. juni 2022
Føroyska flaggið á hvíta lista hjá Paris MoU
Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast um, at Føroyar taka seg fram á hvíta lista hjá Paris MoU. Hetta merkir, at føroyski handilsflotin verður settur í samband við trygd og góðsku á sjónum.

Sjóvinnustýrið boðaði í farnu viku frá, at Føroyar er nr. 28 á listanum yvir flaggstatir hjá Paris MoU. Sjóvinnustýrið skrivar, at seinastu tvær ferðirnar listin er komin út, hevur føroyska flaggið ligið á 31. plássi. Undan hesum lógu vit á 39. plássi.

 

Um flaggið ikki er á hvíta lista verður truplari at fáa avtalur fyri skipini. Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast sostatt um nýggja plássið á listanum, tí hetta hevur týdning fyri kappingarførið hjá føroyskum reiðaríum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi