Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 20. juni 2022
Fyritøkur fingu íblástur til loysnir viðvíkjandi stýring og handfaring av burturkasti
Fríggjadagin 17. juni var tiltak í Vinnuhúsinum, har Beinta Højgaard Thomsen, KOB, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardaygd, greiddu frá, hvussu fyritøkur kunnu loysa avbjóðingarnar viðvíkjandi ovurnýtslu og vantandi stýring innan burturkasti.

 

Fríggjadagin 17. juni skipaði Vinnuhúsið fyri næsta av fýra tiltøkum í ár, sum snúgva seg um burðardygd í vinnuligum høpi. Hetta næsta tiltakið snúði seg um, hvussu ein fyritøka kann loysa avbjóðingarnar viðvíkjandi ovurnýtlsu og vantandi stýring innan burturkast.

 

 

Beinta Højgaard Thomsen frá Kommunalu Brennistøðini og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd, greiddu frá, við støði í búskaparligum ringrásum, hvørjar møguleikar eru fyri at betra um stýringina av burturkasti hjá føroyskum fyritøkum. Víst varð millum annað á týdningin av at skilja burturkast og hvussu fyritøkurnar á ein úrslitagóðan hátt kunnu skerja um burturkastið.

 

Næsta tiltakið um burðardygd verður í Vinnuhúsinum fríggjadagin 16. september kl. 14:00. Tá verður evnið veðurlagsbroytingar. Tiltøkini eru ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi