Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 01. juli 2022
Jón Sigurdsson nýggjur formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi
A nevndarfundi í morgun hevur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi skipað seg.
Jón Sigurdsson er nýggjur formaður, meðan Høgni Hansen heldur fram sum næstformaður.
Jón Sigurdsson er stjóri og stovnari av byggifyritøkuni Articon, og hevur sitið í nevndini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi síðani 2004.
Jón Sigurdsson avloysir Boga Jacobsen sum formann, sum á aðalfundinum ikki tók við afturvali til nevndina.