Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 30. september 2022
TROM er ársins Vinnuátak
Filmsverkætlanin TROM er ársins Vinnuátak. Tað varð avdúkað á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum seinnapartin.

 

Dómsnevndin helt, at føroyska filmsvinnan rakk hæddini í vetur, tá farið var undir okkara higartil størstu filmsframleiðslu. Fleiri av okkara bestu fólkum – søguskrivarar, filmsframleiðarar, fotografar, ljóðfólk og sjónleikarar – vóru bulurin, tá skaldsøgurøðin hjá Jógvani Isaksen var samanskrivað og pallsett sum sjónvarpsrøð við góðum stuðli úr útlondum.

 

Vinnuátakið verður hvørt ár latið virki ella persóni, sum við einum serligum átaki hevur gagna vinnuligum framburði við serligum atliti til búskaparliga, umhvørvisliga og sosiala burðardygd.

 

Sum skapandi vinna hevur filmsvinnan eitt mentanarligt og skapandi grundarlag, har list, mentan, tøkni og vinna ganga saman um at hugsa, skapa og endurskapa, og í síni heild vaksa og fjøltátta um føroyska búskapin, menna mentanina og styrkja okkara samleika.

 

Ávirkanin av filmsverkætlanum sum TROM er stór úti í samfelagnum við øllum frá gisting, umbygging, flutningi og mongum øðrum, umframt at Føroyar verða meira sjónligar sum ferðavinnuland.

 

Søgurnar um váttliga journalistin, sum føroyskur rithøvundur upprunaliga skrivaði á føroyskum til ein føroyskan lesaraskara, eru við góðum úrsliti fluttar á stóru løriftini úti í heimi. TROM setti føroyskt drama á heimskortið.

 

Øll grundgevingin hjá dómsnevndini at velja Trom sum ársins Vinnuátak 2022 kann lesast her

 

Í dómsnevndini hesaferð sótu Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Herálvur Joensen, aðalstjóri í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, Heini Thomsen, stjóri í BankNordik, Jean Djurhuus, stjóri í Betri Banka, Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Fróði Magnussen, stjóri í P/f Formula, sum varð kosið ársins virki í fjør.

 

Hesi hava fyrr fingið heiðurin ársins Vinnuátak:

2001: North Atlantic Fish Fair

2002: Teitur Lassen

2003: Formula.fo, Total View

2004: Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord

2005: Fariga Seafood

2006: Vinnuvitan

2007: Ikki valt

2008: Decision3

2009: Tórshavnar Matfestivalur

2010: Vilt í Suðuroy

2011: Jákup Zachariassen

2012: Varðin Pelagic

2013: KOKS

2014: MEST & PAM OFFSHORE SERVICE

2015: Defined Energy

2016: Sheep View

2017: hiking.fo

2018: FabLab

2019: Förka

2020: Ikki valt

2021: Thetis

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi