Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 03. oktober 2022
Dagførd vinnusjónarmið
Kappingarføri, treytað av varandi gagnnýtslu av tilfeingi, er reyði tráðurin í vinnupolitisku sjónarmiðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum nú eru dagførd

Á vinnudegnum í farnu viku vórðu dagførdu vinnusjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag løgd fram.

 

Endamálið við vinnusjónarmiðunum er at vera vegvísari fyri vinnuna í politisku stýringini av samfelagnum,  soleiðis at politiska skipanin kann geva vinnuni best møguligar karmar at skapa vøkstur og virðisøking í føroyska samfelagsbúskapinum. Vinnusjónarmiðini eru grundað á varandi gagnnýtslu av tilfeingi, har kapping og kappingarføri er drívmegin og reyðu tráðurin fyri alt vinnuligt virksemi.

 

Vinnupolitikkur snýr seg sostatt um politiskt ásettar karmar fyri vinnuliga virksemið og ikki politiska stýring av vinnuni.

 

Vinnupolitisku sjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag eru býtt upp í 10 yvirskipaði prinsipp, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir politisku skipanin til at nýta sum stavnhald, tá ið avgerðir skulu takast, sum hava týdning fyri føroyskt vinnulív.

 

Tey 10 vinnupolitisku prinsippini eru soljóðandi:

 

  1. Varandi gagnnýtslu av tilfeingi.
  2. Støðugar karmar.
  3. Vælvirkandi marknaðir.
  4. Effektiva og kappingarføra skattaskipan.
  5. Effektiva útlutan av rættindum.
  6. Góðar og viðkomandi útbúgvingar- og granskingarskipanir.
  7. Smidligan arbeiðsmarknað.
  8. Gott undirstøðukervi.
  9. Væl virkandi almennan geira.
  10. Dagførda vitan um samfelagsgongdina.

 

Vinnusjónarmiðini hjá Føroya Arbeirðsgevarafelag kunnu lesast her

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi