Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 03. oktober 2022
Tiltak um burðardygd verður hósdagin 6. oktober
Seinasta freist at melda til tiltakið er mikudagin 5. oktober kl. 12:00. Limafyritøkur í Vinnuhúsinum fáa høvi at kunna seg um rákini innan frágreiðingar um burðardygd og ESG í fyritøkum.

Hósdagin 6. oktober kl. 14:00-15:30 verður tiltak í Gulu Smiðju, Saltangará, har limafyritøkur fáa høvi at kunna seg um tey týdningarmestu rákini innan frágreiðingar um burðardygd og ESG í fyritøkum. Tað verður kunnað um leiðreglurnar, um hvussu best practice er innan frágreiðingar um vinnuliga burðardygd.

 

Skeiðshaldarar eru Óli Joensen, Januar, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd.

 

Melda til í seinastalagi mikudagin 5. Oktober kl. 12:00 við at senda teldupost til industry@industry.fo ella við at ringja til 309900.

 

Tiltakið er ókeypis fyri limafyritøkur í Vinnuhúsinum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi