Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 03. oktober 2022
Formansrøða: Tey ungu skulu búgva her í 2035
Allur okkara ungdómur skal liva og virka í Føroyum í 2035. Tað er eitt gott og neyðugt mál at seta sær sum samfelag, segði Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í røðuni, sum hann helt á Vinnudegnum.

Hann ásannaði, at tað krevur eitt stórt tak, men vit eru á rættari kós.

 

Ungdómurin er ein av høvuðsmotorunum í okkara samfelag, og vit eiga serliga at hugsa um møguleikarnar hjá teimum. Tað krevur millum annað ein meira rúmligan bústaðarmarknað, so tey kunnu seta búgv í góðum og tryggum umhvørvi, helt hann.

 

- Eg eri av góðum grundum bjartskygdur um gongdina. Her er gott grundarlag fyri at fáa fólk at vera verandi – og at flyta aftur. Her eru sterkir einstaklingar, og her er ein sterkur felagsskapur. Her er gott og virðiligt samstarv millum alment og privat. Og her eru óvanliga góðar umstøður at bróta upp úr nýggjum, flyta mørk og gera mun. Tora vit at taka neyðugu avgerðirnar, meðan tíð er, so ivist eg ikki í, at tað ber væl til, segði Jón Sigurdsson í røðini.

 

Á Vinnudegnum legði Vinnuhúsið fram dagførdu vinnusjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað eru tilmæli til politisku skipanina um, hvørjar grundreglur politiska skipanin eigur at halda seg til í førda vinnupolitikkinum fyri at styrkja kappingarførið hjá Føroyum.

 

Kappingarførið í einum samfelag snýr seg kortini ikki bara um vinnupolitiskar karmar og krónur og oyru. Tað snýr seg eisini um alt tað, sum ikki verður sett upp í einum rokniarki. Tað snýr seg eisini um trivnað, bjartskygni og møguleikar, segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

- Størsta og virðismiklasta tilfeingi í okkara samfelag eru fólk. Fólk sum vaksa upp. Fólk sum læra. Fólk sum framleiða. Fólk sum hugsa nýtt og skapa. Fólk sum geva burtur av sínari orku og vísdómi. Tað tilfeingið mugu vit hjúkla um, segði Jón Sigurdsson í røðuni og fegnaðist um virkishugin í føroysku vinnuni, har nýggj og øðrvísi størv verða skapt allatíðina.

 

Hann nýtti eisini høvi at gera vart við, at almenni geirin eigur at vera endurskoðaður meira gjølla fyri at vita, hvussu tað ber til at effektivisera almennu skipanina og lata arbeiðsorku leysa, sum privati geirin skríggjar eftir. Serligar stuðulsskipanir og serskipanir, sum føroyingar, ið arbeiða uttanlands fáa, eiga eisini at vera strikaðar.

 

Les formansrøðuna her.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi