Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 06. oktober 2022
Sáttmáli við flogmekanikararnar undirskrivaður
Í farnu viku, tá handverkarasáttmálin varð gjørdur, varð sáttmálin við Føroya Flogteknikarafelag eisini undirskrivaður. Semjan er á sama støði sum við handverkarafeløgini.

Nýggj samráðingarrunda byrjaði í mai mánað, tá Arbeiðarafeløgini gjørdu sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tá varð karmurin eisini lagdur. Eins og sáttmálin við handverkarasáttmálanum, er sáttmálin við flogmekanikararnar innanfyri karmin.

 

Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, sum gera sáttmála fyri flogmekanikararnar við Føroya Flogteknikarafelag og Føroya Handverkarafelag. Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2022 og tvey ár fram.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi