Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 10. oktober 2022
Fyritøkur fingu íblástur til frágreiðingar um vinnuliga burðardygd og ESG
Hósdagin 6. oktober skipaði Vinnuhúsið fyri tiltaki um burðardygd í Gulu Smiðju í Saltangará. Talan er um triðja út av 4 tiltakum um burðardygd, sum Vinnuhúsið skipar fyri í ár.

 

Óli Joensen, Januar, og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd, greiddu frá teimum týdningarmestu rákunum innan frágreiðingar um burðardygd og ESG í fyritøkum. ESG stendur fyri environmental, social og corporate governance. Tey vístu á leiðreglurnar um hvussu best practice er innan frágreiðingar um vinnuliga burðardygd, við tí endamálið at hjálpa fyritøkunum við at gera frágreiðingar, ætlanir og mátingar av burðardyggu støðuni hjá fyritøkuni.

 

Vinnuhúsið skipar fyri einum tiltaki um burðardygd hósdagin 15. desember og tá er evnið veðurlagsbroytingar. Á tiltakinum verður farið um teir mest umráðandi váðarnar fyri fyritøkur í sambandi við útlát og veðurlagsbroytingar. Hugt verður eftir, hvørji umráðandi tiltøk fyritøkur kunnu seta í verk í dag.

 

Skeiðshaldarar eru Ana Holden-Peters og umboð fyri fyritøku, sum arbeiðir skipað við at minka um veðurlagsbroytingarnar hjá fyritøkuni.

 

Allir limir í Vinnuhúsinum eru vælkomnir at tekna seg til tiltakið. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 13. desember við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi