Tíðindi: Hoyringssvar Ι 12. oktober 2022
Uppskot til løgtingslóg um kapping

Vinnuhúsið hevur fingið uppskot til løgtingslóg um kapping til hoyringar.

 

Yvirskipað hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag soljóðandi viðmerkingar til lógaruppskotið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta fatan, at kapping er drívmegin fyri vinnuligari menning og framgongd í privatu vinnuni og harvið eisini vøkstri og virðisskapan í føroyska samfelagsbúskapinum.

 

Tí hevur tað týdning at hava góðar og dagførdar karmar hjá vinnuni at virka innanfyri og her hevur ein dagførd kappingarlóggáva stóran týdning.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast tí um, at føroyska kappingarlógin verður dagførd, men her er talan um so mikið umfatandi dagføringar av ymsum smálutum í kappingarlógini, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur valt at gera uppskot til eina nýggja lóg.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur sum heild undir við yvirskipaða innihaldinum í lógaruppskotinum, men talan er eisini um nógvar smærri tillagingar og dagføringar, og tí mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið skipar fyri kunningartiltakið ella tiltøkum, har vinnan fær høvi at seta viðkomandi spurningar til nýggju lógina.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag dugir t.d. illa at gjøgnumskoða samanberingarnar við Danmark og Grønland viðvíkjandi ómaksgjøldunum í sambandi við fráboðan um samanlegging av fyritøkum. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at talan er um líknandi skipan, sum í Danmark og Grønlandi, men ómaksgjøldini síggja út til at fara at verða fleiri ferðir hægri í Føroyum enn i grannalondum okkara.

 

Í Danmark og Grønlandi er ómaksgjaldið fyri samanlegging, eftir vanligum leisti, 0,015% av samlaða umsetninginum hjá luttakandi fyritøkunum, men sambært lógaruppskotinum verður føroyska ómaksgjaldið 0,1% av samlaða umsetninginum. Føroyska ómaksgjaldið verður sostatt næstan sjey ferðir hægri enn í Danmark og Grønlandi. Her er tørvur á greiðari samanberingum og frágreiðing, tí føroysku ómaksgjøldini eiga ikki at verða hægri enn í grannalondum okkara.

 

 

Tórshavn hin 12.10.2022

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi