Tíðindi: Ferðavinna Ι 17. oktober 2022
Ferðavinnustevnan verður 11. november 2022
Árliga Ferðavinnustevnan, sum Ferðavinnufelagið skipar fyri, verður á Hotel Hilton tann 11. november. Á stevnuni verða aftur í ár ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot kosin

Ferðavinnustevnan verður sum vant skipað við ráðstevnu um dagin og veitslu um kvøldið, tá eisini heiðursbrøv í ferðavinnuni verða handað. Skráin verður kunngjørd í næstum.

 

Boðað verður frá, tá ið møguligt verður at tekna seg til Ferðavinnustevnuna.

 

Tilnevningar til heiðursbrøv kunnu saman við grundgevingum sendast sum boð til Ferðavinnufelagið á Facebook ella við telduposti til birita@industry.fo. Freistin er fríggjadagin 4. november.

 

Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Liljan Weihe fyri kunningarstovurnar.
 

Heiðursbrævabólkarnir: 

Ársins ferðavinnufólk
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk, sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Ársins eldsál
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Ársins nýbrot
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi