Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 17. oktober 2022
Starvsfólk úr Vinnuhúsinum eru at hitta í Klaksvík hósdagin
Allir limir eru vælkomnir á gátt í Finastøðini hósdagin 20. oktober frá kl. 09.00 – 16.00 til eitt prát við starvsfólk í Vinnuhúsinum.

Endamálið við arbeiðsdegnum í Klaksvík er at hitta limirnar í teirra nærumhvørvi fyri at tosa um lønar- og setanarviðurskifti, umframt onnur møgulig evni t.d. innan byggivinnuna ella arbeiðsmarknaðarøkið. Allir limir eru vælkomnir til eitt óformelt prát, og eisini ber til at gera avtalu við okkum frammanundan, um ynski er at tosa um ávís viðurskifti.

 

Sí meira um vitjanina her: Vinnuhúsið vitjar norðurøkið

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi