Tíðindi: Handilsvinna Ι 24. oktober 2022
Myndir til handilssøguna
Nú søgan verður skrivað um føroysku handlarnar, sóknast Handilsvinnufelagið eftir myndum av handlum. Teksturin er sjálvandi tann berandi parturin í handilssøguni, men myndir av handlum í bygd og bý fara at stuðla væl undir lýsingarnar av handlum í ymisk tíðarskeið.

Handilsvinnufelagið heitti í 2021 á Helga Jacobsen um at skriva søguna um handlar í Føroyum. Søgan fevnir frá einahandilstíðini fram til dagin í dag. Helgi Jacobsen sigur, at fleiri áhugaverdir tættir verða lýstir í handilssøguni. Eftir fríhandilin í 1856 mentu handlarnir seg frá Einahandlinum til meginhandlar við eini rúgvu av úthandlum kring alt landið. Eftir aldarskiftið 1900 løgdust nógvir sjálvstøðugir handlar afturat.

 

Talið av handlum og kioskum mundi vera í hæddini fyri einum 50 árum síðani. Síðani fór talið at minka, og í dag hava vit eitt mynstur, ið minnir nógv um støðuna stutt eftir fríhandilin við nøkrum fáum meginhandlum og samtøkum við úthandlum í teimum flestu størru bygdunum.

 

Eins og aðrastaðni vóru nógvir serhandlar í Føroyum. Bakarí, skógvhandlar, urhandlar, tubbakshandlar, kjøthandlar, klædnahandlar, amboðshandlar, ítróttahandlar og blaðkioskir fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Heilsølur og handilsferðandi hava somuleiðis sínar serstøku leiklutir í handilsvinnuni.

 

Allar myndir av handlum, innan sum uttan, sýnisgluggar og skeltir og ikki minst fólk við handilsdiskarnar, hava áhuga. Fólk, ið liggja inni við myndum, kunnu seta seg í samband við Handilsvinnufelagið í Vinnuhúsinum við at ringja ella skriva til mortan@industry.fo

 

Myndaánarar/myndatakarar verða nevnd undir øllum myndum, sum koma í handilssøguna.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi