Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 24. oktober 2022
Settu lønar- og setanarviðurskifti og burðarbygd á breddan í Klaksvík
Hósdagin 20. oktober skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki í Finastøðini í Klaksvík. Talan er um røð av kunningartiltøkum um setanarviðurskifti, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag í næstum fer at hava kring landið.

Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, greiddi frá um tær tænastur og ráðgeving, sum fyritøkur fáa við sínum limaskapi í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag kunnu venda sær til Vinnuhúsið í sambandi við sáttmálaspurningar og fáa ráðgeving um lønar- og setanarviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum. Jórun greiddi frá hesum og nevndi nakrar av teimum ofta settu spurningum í sambandi við setanarviðurskifti, s.s. setanarskriv, eftirløn og treytir ísv. feriu og sjúku.

 

 

Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd, greiddi síðani frá um tey burðadyggu rák og krøv, sum fyritøkur hava ella kunnu væntast at fáa. Hon segði m.a., at sannlíkt er, at fyritøkur fara at merkja ein øktan áhuga frá kundum, veitarum, lánsveitarum, samtarvsfelagnum o.l., hvussu fyritøkan verður rikin á ein burðadyggan hátt. Burðardygd er av somu orsøk eitt viðkomandi evni fyri allar fyritøkur.

Starvsfólk úr Vinnuhúsinum høvdu sín vanliga arbeiðsdag í Klaksvík hósdagin 20. oktober, har limir kundu koma inn á gólvið til prát.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi