Tíðindi: Hoyringssvar Ι 07. november 2022
Uppskot til løgtingslóg um klokkutíðina

Vinnuhúsið hevur fingið til hoyringar uppskot til løgtingslóg um klokkutíðina.

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag:

 

Felagið heldur at tað í viðmerkingunum kundi verið ein eitt sindur neyvari lýsing av avleiðingunum av uppskotinum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur annars ikki viðmerkingar til uppskotið.

 

Tó skal Føroya Arbeiðsgevarafelag vísa á, at tá tað í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður skrivað, at uppskotið hevur við sær, at tíðarmunurin millum Føroyar og okkara grannalond gerst minni, so leingi tey halda fram við at hava summartíð, so er hetta bara partvíst rætt.

 

Fyri summi grannalond (eitt nú Ísland, UK og Írland) gerst munurin størri ein part av árinum, og fyri onnur gerst hann minni ein part av árinum (eitt nú Skandinavisku londini, íroknað Danmark).

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi