Tíðindi: Hoyringar Ι 14. november 2022
Samsvarandi tilmælinum frá Yrkisútbúgvingarráðnum er hoyringar innkomnar. Hoyringsfreist 7. desember 2022

Vinnuhúsið hevur fingið til hoyringar:

 

       Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving innan heilsølu og smásølu

       (At broyta útbúgvingaheiti til ”sølufólk”)

 

       Kunngerð um broyting í kunngerð um skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting 
       
(At broyta útbúgvingaheiti til ”skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting”)

 

       Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving innan timburútbúgving

       (At broyta útbúgvingaheiti til ”húsasmiður”)

 

       Uppskot til kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal

 

 

Nýggja kunngerðin um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal er í høvuðsheitinum ein dagføring av fylgiskjølunum til galdandi kunngerð nr. 26 frá 23. apríl 2010, tó so, at hesi fylgiskjøl eru útbygd eitt sindur.

 

Viðv. broytingunum í hinum kunngerðunum er tað so, at talan einans er um at broyta útbúgvingarheitini samsvarandi tilmælinum frá Yrkisútbúgvingarráðnum.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi