Tíðindi: Shipping Ι 05. desember 2022
Kunningartiltak fyri limum í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip
Týsdagin 29. november var Sjóvinnustýrið í Vinnuhúsinum og greiddi frá um STCW krøv, manningarskjøl og vinnubrøv.

Handilsskip eru fevnd av umfatandi lógarverkið ísv. reglur um krøv til manning, og hetta lógarverk kann verða torgreitt og elva til ivamál. Endamálið við kunningarfundinum var at gjøgnumganga yvirskipað krøv og reglur, samstundis sum limirnir fingu høvi at seta viðkomandi spurningar.

 

Tað vóru Súsanna Dal Jákupsdóttir, fulltrúi, og Jákup Kristian Poulsen, maritimur ráðgevi, frá Sjóvinnustýrinum sum greiddu frá.

 

 

Fundurin var ætlaður starvsfólkum, sum høvdu við starvsfólkaviðurskifti at gera, og limir felagsins vóru væl umboðaðir á fundinum.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi