Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 05. desember 2022
KT-vinnan á veg fram
Hósdagin í farnu viku skipaði KT-felagið fyri politiskum heimleiðistiltaki í Vinnuhúsinum. Breið semja var í politisku flokkunum um, at menningarmøguleikarnir í KT-vinnuni eru stórir.

 

Tiltakið byrjaði við, at komandi rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Zachariasen, greiddi frá um KT-útbúgvingarnar á Setrinum, sum hava nógv spennandi at bjóða uppá. Eitt nú verður Diplom í Web menning eftir ætlan boðið út í 2023, eins og Master í Data Science byrjar í 2023.

 

Áðrenn valevnini góðu síni boð uppá visiónir fyri KT-økið, fortaldi Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum, frá valynskinum, sum felagið hevur. Hesi eru ein “Keyp føroyskt KT-politik” og “KT-brúkararáð”.

 

Til politiska fundin var lívligt kjak. Valevnini tóku í høvuðsheitum undir við valynskjunum frá KT-felagnum. Serliga tað, at mann skal taka brúkaran við og at KT-vinnan skapar virðir og eitt meira effektivt samfelag.

 

Luttakarar vóru:

 

Sambandsflokkurin

Jaspur Langaard

Javnaðarflokkurin

Hans Jacob Thomsen

Sjálvstýri

Brandur Ø. Simonsen

Tjóðveldi

Magni Arge

Framsókn

Bjarni Kárason Petersen

Miðflokkurin

Ólavur í Geil

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi