Talan er um altjóða árliga átakið Hour of Code, som KT-felagið hevur føroyskað til #rita1tíma, sum verður hildið kring heimin í døgunum 5.-16. desember 2022. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar og lesandi skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma.
Tað er møguligt at forrita í blokkspølum, sum eru á føroyskum. Blokkaspølini eru ein røð av námsfrøðiligum spølum. Tey eru ætlað til børn, ið ikki hava nakrar royndir innan forritan. Eisini er møguligt at royna eina ørgrynnu av øðrum forritanarvirksemi á altjóða síðuni https://hourofcode.com og aðrastaðni. Grundleggjandi vegleiðingar og frágreiðingar eru til lærarar, sum ger tíman lættan at fyriskipa.
Vinn ein túr í biograf fyri flokkin
KT-felagið hevur seinastu árini skipað fyri lutakasti, har ein heppin flokkur er sloppin í biograf til film eftir egnum ynski. Trekt hevur verið ímillum allar flokkar sum hava luttikið.
Fyri at luttaka er neyðugt at senda KT-felagnum upplýsingar um, 1) hvør flokkur, talan er um, og 2) hvussu nógvir næmingar í flokkinum hava forritað í ein tíma. Upplýsingarnar kunnu sendast til e.fo-vangan hjá #rita1tíma (https://e.fo/@rita) ella sum teldubræv til industry@industry.fo, viðmerk #rita1tíma.
Freistin at boða frá er mánadagin 19. desember 2022 á middegi.