Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 13. desember 2022
Semja við Starvsfelagið um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta
Mánadagin 12. desember 2022 skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undir nýggjar tvey ára sáttmálar fyri Føroya Tele og Posta. Semjurnar eru á sama støði sum aðar semjur í samráðingarrundini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri 2022 - 2024.



Semjan fyri Føroya Tele hevur við sær eina lønarhækking á 3,52% 1. januar 2023 og 4,04% 1. januar 2024.
Semjan fyri Posta hevur við sær eina lønarhækking á 3,23% 1. januar 2023 og 4,04% 1. januar 2024.

 

Partarnir eru somuleiðis samdir um, at frá 1. januar 2023 verður eftirløn latan av úrtíðarløn, umframt at aðrar tillagingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi