Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 19. desember 2022
Fleiri í læru
Týsdagin í farnu viku skipaðu Føroya Handverksmeistarafelag og NámX fyri tiltakinum “Lærupláss sum næsta stig”, sum kunnar um møguleikan at finna lærupláss.

Tá skúlaárið er liðugt í summar, skulu teir gott 170 næmingarnir á NámX í holt við sína næstu avbjóðing. NámX er komið fyri 10. flokk, har næmingar koma nógva staðni frá at royna ta spennandi breytaskipanina, sum Eysturskúlin bjóðar. Millum breytirnar eru fleiri, har eitt lærupláss er eitt náttúrligt næsta stig. Eitt nú umfatar Tøknibreytin bil, el og metal fakini, meðan Handverksbreytin mest arbeiðir við timbri.

 

Sum liður í at fyrireika næmingarnar at koma út á arbeiðsmarknaðin, hevur NámX ynskt at skipa fyri einum kunningartiltaki, har arbeiðsgevarar greiða frá, hvat skal til fyri at fáa eitt lærupláss. Tað er Føroya Handverksmeistarafelag saman við Yrkisdeplinum, sum stendur fyri kunningini.

 

Tey luttakandi vóru:
 

Dánjal Jákup Berg í Soylu

Maskinsmiður

Mest

Heri Kjærbo

Byggismið/Timbur

Articon

Ransin Djurhuus

Málari

RND

Sissal Magnussen

Elektrikari

LM Electric

Sjúrður Jacobæus

Gartnari

Hjálpirót

Heðin Hansen

Bilsmiður

Reyni Service

Dánjal Skorá

Rørsmiður

Demich

Hjørdis Zachariassen

Vegleiðari

Yrkisdepilin

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi