Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι 19. desember 2022
Einki beinleiðis lógarkrav um útbjóðing
Formliga eru eingi krøv til land og kommunur um at bjóða byggi- og anleggsarbeiði út. Nógv arbeiði verða tó boðin út í kapping

Fakarbeiðstøka, høvuðsarbeiðstøka, partalag, heildararbeiðstøka, stórarbeiðstøka ella kanska okkurt mitt ímillum.

 

Møguleikarnir eru nógvir, tá ið byggiharrar royna at finna rætta prísin, fyritøkuna ella arbeiðsformin til byggiuppgávur. Fleiri útbjóðingarsløg eru. Øll við sínum fyrimunum og vansum.

 

Í Føroyum er stórt frælsi at velja útbjóðingarslag, og eisini um uppgávan yvirhøvur skal bjóðast út. Formliga er einki krav um, at byggiverkætlanir skulu bjóðast út. Heldur ikki hjá landi, kommunum og hálv almennum stovnum.

 

Fíggjarmálaráðið hevur í rundskrivi frá 1. juli 2019 ásett reglur fyri keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna. Rundskrivið fevnir ikki um kommunur og er heldur ikki galdandi fyri løgu- og byggiverkætlanir.

 

Rundskrivið sigur, at fyri løgu- og byggiverkætlanir er lisitatiónslógin galdandi. Men lisitatiónslógin fevnir mest um tíðarfreistir, krøv til útboðstilfar og rættindi hjá tilboðsgevarum. Lógin ásetur ikki, hvør hevur skyldu til at bjóða út.

 

Tó er ein fyrisitingarlig regla, at tað almenna skal fara so skynsamt sum gjørligt við landsins ognum, og tí er tað fyrisitingarliga helst skilagott at bjóða út, men onki beinleiðis lógarkrav er. Tó velja landið og nógvar kommunur at bjóða byggiuppgávurnar út, og eisini privata vinnulívið sær fyrimunir við útbjóðing.

 

Tá ið arbeiði verða bjóðað út, skulu reglurnar í ABF 06 fylgjast. Hetta er regluverk fyri arbeiði og útveganir innan byggi- og anleggsvirksemi, sum Føroya Handverksmeistarafelag og Byggiharrasamtak Føroya hava undirskrivað.

 

Meira kann lesast ymsu útbjóðingarhættirnar í nýggja Ráðgevarablaðnum, ið júst er útkomið.

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi