Á kunnginarfundinum greiðir Jórun Gardar, Føroya Arbeiðsgevarafelag, frá um sáttmálaviðurskifti og arbeiðsmarknaðin, og hon fer serliga at greiða frá lønar- og setanarviðurskiftum á privata arbeiðsmarknaðinum. Síðani fer Bára B. Thomsen, Útlendingastovan, at greiða frá lóggávuni í sambandi við útlendskari arbeiðsmegi. Umboð frá SIRI (Styrelsen for International Rekruttering og Integration) verður til staðar.
Høvi verður at seta spurningar og lagt verður upp til prát og ráðgeving, tá ið formliga skráin er av.
Tiltakið er hósdagin 26. januar kl. 14.00 í Vinnuhúsinum á Óðinshædd, og er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er tó at boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 24. januar við at senda teldupost til industry@industry.fo ella ringja á tlf. 309900.