Tíðindi: Sáttmálasamráðingar Ι 23. januar 2023
Samráðingarnar eru byrjaðar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningarfeløgini
Mánadagin 16. januar handaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) og tey trý manningarfeløgini , Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag krøv til komandi sáttmálasamráðingar.

Sáttmálarnir ganga út 1. mars 2023, og partarnir hittast aftur í 1. februar at samráðast um nýggjar sáttmálar.

 

RFH hevur tilsamans níggju sáttmálar við tey trý manningarfeløgini. Við hvørt felag er ein høvuðssáttmáli og tveir sersáttmálar fyri ávikavist størri og smærri skip í frálandavinnu.

 

 

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi