Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 23. januar 2023
Vøksturin í brúkaraprístalinum var 7,7% í 2022
Miðalvøksturin í føroyska og danska brúrkaraprístalinum hevur verið tann sami í 2022, hóast útrokningarhættirnir eru ymiskir

Sambært Hagstovu Føroya var miðal vøksturin í føroyska brúkaraprístalinum 7,7% í 2022. Hetta er sami vøkstur sum í Danmark. Sambært Danmarks Statistik var miðal vøksturin í danska brúkaraprís­tali­num eisini 7,7% í 2022[1].

 

Samanberingin av føroyska og danska brúkaraprístalinum skal tó takast við fyrivarni. Føroyska brúkaraprístalið verður gjørt upp kvartárliga, meðan danska brúkaraprístalið verður gjørt upp mánaðar­liga. Harumframt er grundarlagið fyri uppgerðini av føroyska brúkaraprístalinum ikki heilt tað sama, sum Danmark og hini ES-londini brúka.

 

Í nýggjastu frágreiðing sínari um føroyska búskapin frá 9. januar í ár, skrivar Danmarks Nationalbank soleiðis: “Samanbering av føroysku prísgongdini við gongdina hjá øðrum londum er ikki heilt gjøgnumskygd (samanberilig), tí vektirnar í brúkarakurvini í Føroyum ikki verða dagførdar leypandi. Vektirnar eru grundaðar á eina brúkarakanning frá 2007, so at útroknaða inflasjónin verður roknað eftir, at nýtslumynstrið hjá føroyingum ikki er broytt síðan tá. Eftirsum at fólk vanliga broyta nýtslu í mun til vørur, ið gerast lutfalsliga bíligari, merkja fastar vektir, at inflasjónin sannlíkt er mett í ovara lagi. Var sama grundarlag nýtt í Danmark, hevði inflasjónin í 3. ársfjórðingi í 2022 verið eitt gott prosent hægri.”

 

Sostatt hevði ársmiðal í føroyska brúkaraprístalinum verið lægri, um somu vektir vóru nýttar sum verða nýttar í Danmark.

 

Tað er eisini vert at viðmerkja, at vøksturin í orkuprísunum hevur verið væl lægri í Føroyum enn í Danmark og londunum niðri í Evropa, har gongdin í gassprísunum hevur havt stóra ávirkan á orkuprísirnar í 2022. Føroyingar brúka so at siga ikki gass. Í 3. ársfjórðingi í 2022 stóð orkuprísvøksturin fyri 2,5% av føroysku inflasjónini og 3,4% av donsku inflasjónini[2].

 

[2] Danmarks Nationalbank 9. januar 2023: Hákonjunkturur og vaksandi tørvur fyri broytingum, síða 3.

Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi